Fiskiveiðueftirlitið logo
 Heim
 Hagtøl
 FVE

Endamál

Skrivstovan

Starvsfólk

Goymslan

Brimil

Tjaldrið

Fráboðanarskipanin

Nýbygningur

 Tíðindi
 Myndasavn
 Slóðir
 Veiðiváttan til ES
 Søga
 Avrikssáttmáli
 Leys størv
 Nøgdsemiskanning
Fiskiveiðieftirlitið

Á hesi síðu finnur tú upplýsningar um Fiskiveiðueftirlitið, skrivstovuna og starvsfólkið.

Fiskiveiðieftirlitið varð sett á stovn í 1976. Heitið á stovninum var tá Vaktar- og Bjargingartænastan. Navnið varð seinni broytt til Fiskiveiðieftirlitið.

Fiskiveiðieftirlitið er deild undir Fiskimálaráðnum, og hevur skrivstovu í Tórshavn.

Sambært løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, fyrisitur Fiskiveiðieftirlitið, eftirlit á sjógvi og landi.

Fiskiveiðieftirlit á sjónum verður útint av skipum hjá Fiskiveiðieftirlitinum og donsku sjóverjuni.

Umframt at útinna eftirlit í føroyskum sjógvi, luttaka føroysku eftirlitsskipini eisini í altjóða sjógvi. Her er serliga talan um NAFO- og NEAFC skipanarøkini.

Av øðrum uppgávum kunnu nevnast :

  • Eftirlit og skráseting av fiskidøgum.
  • Eftirlit og skráseting av kvotum og hjáveiðikvotum
  • Eftirlit og skráseting av kvotum á fjarleiðum.
  • Eygleiðaraskipan.
  • Fylgisveinaeftirlit við skipum.
  • Góðkenning av innvigingarskipanum.
  • Eftirlit við upp- og umskiping av frystum fiski (Port State Control).
  • Eftirlit við avreiðingum hjá føroyskum skipum í útlendskum havnum.

Álagt er Fiskiveiðieftirlitinum, at samstarva við eftirlitsmyndugleikar í øðrum londum.

Álagt er eisini Fiskiveiðieftirlitinum, at luttaka í leiting og bjarging á sjónum, í samstarvi við MRCC Tórshavn.

Fiskiveiðieftirlitið hevur eisini sáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar um samstarv. Uppgávur í hesum sambandi, snúgva seg mest um sleip og kavarahjálp.

Fiskiveiðieftirlitið og Skipaeftirlitið samstarva eisini, tá ið talan er um maninningarviðurskifti á føroyskum skipum. Fiskiveiðieftirlitið ger kanningar av manningarskjølum, meðan skip eru til fiskiskap, og hevur heimild, at geva skipum boð, at fylgja við til lands, um brot verða staðfest á manningar- og mynstringarreglur.

Skip frá Fiskiveiðieftirlitinum, luttaka eisini í átøkum, ið standast av oljudálkingum. Deildin hevur nakað av útgerð til oljuupptøku á sjónum. Harafturat eru fólk, ið eru køn at nýta útgerðina, í starvi á Fiskiveiðieftirlitinum.

 
 
TÍÐINDI
21-06-2010
Felags venjing á Selatrað
Fríggjadagin luttók Brimil í felags venjing við Selatrað, fyriskipað a...
16-06-2010
Seinasti starvsdagur
Hósdagin hevur Jákup B. Jacobsen, ið hevur starvast sum ófulltikin dek...
 
Tíðindaakriv
 
Leita